Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Úrslitini og samanumtøka frá dystunum í Betri deildini hjá monnum í dag

Í dag var næstseinasta umfar í Betri deildini hjá monnum leikt. Her eru úrslitini og stuttar samanumtøkur

B36 vs KÍ: 0-0

Málleysur javnleikur í dystinum millum B36 og meistaraliðið úr KÍ. Verjuskansin í KÍ, Odmar Færø, var stórspælandi og fekk liðskiparabandið um ermuna, tá liðskiparin, Jákup B. Andreasen, varð útskiftur tá fáir minuttir restaðu í. Dysturin var sera javnur og vóru liðini sera jøvn í teimum stóru málmøguleikunum.

HB vs 07 Vestur: 2-0

Adrian Justinussen hevði ikki eydnuna við sær, tá hann kom fram á fleiri stórar málmøguleikar. Lukkutíð fyri HB, megnaði Mathias Præst Nielsen at seta hol á til 1-0, beint fyri hálvleiksbríkslið, við uppleggið frá Hanusi Sørensen. Tá hálvleikurin var 10 minuttir gamal, legði Ári Mohr Jónsson upp til ein vælspælandi Áka Debes Samuelsen, ið setti bóltin í netið til 2-0 til HB, sum eisini gjørdist endaliga støðan.

B68 vs AB: 2-2

Helst dysturin, ið hevði størstan týdning fyri botnstríðið. Hálvleiksstøðan var 2-0 til útiliðið úr AB, har eitt sjálvmal og mál frá Teiti Debes Olsen myndaðu hálvleiksúrslitið. Í seinna hálvleiki sýntist B68 broyta spælskipan og taktiskt arbeiðslag. Fyrrverandi B36 leikararnir, Villiam Emil Klein og Alex Mellemgaard, skoraðu við trimum minuttum millumbili, ávikavist til 1-2 og 2-2. Toftamenn kunnu tískil fegnast um at koma aftur, meðan brekkan hjá AB gjørdist sera brøtt.

Víkingur vs EB/Streymur: 8-0

Eitt stórspælandi Víkingalið, sum í fyrra hálvleiki ikki tóktist finna stevið fram. Hóast gøtumenn áttu flestallar veruligu málmøguleikarnir í fyrra hálvleiki, megnaðu teir ikki at skora. Tó so, tá spældir vóru átta minuttir í seinna hálvleiki, var tað sum í vísuni um Trónd í Gøtu: “Tað skramblar sum heglingsæl, luftin var klár. Tað ýlur av stormi, tó eit rørdist hár. Klettarnir spreingjast, sum snarljós teir traff – øll Gøta var paff!”. Mál eftir mál, eftir mál. Olaf Bárðarson átti tvey mál, umframt eitt upplegg. Landsliðsleikarin, Sølvi Vatnhamar, skoraði fýra mál, harav eitt var brotsspark, ið hann brendi, men smekkaði returin hegnisliga í netið. Ingi Jonhardsson og Jákup Johansen áttu hvør sítt mál. Sostatt gjørdist endaliga úrslitið ein knúsandi 8-0 heimasigur til Víkingarnir.

Les eisini...  Liverpool er reytt

ÍF vs TB: 1-0

Helst eiga fuglfirðingar glaðasta fjepparaskarða eftir umfarið í dag. Bæði botnliðini stríddust sum úlvar á skóg, at vinna sær sigurin. Tað skuldi metnógvar takklingar til, tí leikararnir fóru veruliga til stálið, sum tikið verður til. Ópolerað fótbóltsspæl, hóast hug og hegni, úrslitaði í, at vit máttu bíða til langt inn í tilløgdu tíðina, fyrrenn ljós sást fyri framman. Karl Ábrahamsson Løkin setti bóltin í netið úr 11 metrum, við brotssparki. ÍF er nú trý stig frammanfyri TB á 9. plássið, men TB hevur eitt mál meir.

Støðan eftir næsta seinasta umfar er sostatt hendan
1. KÍ – 67 stig (meistarar)
2. Víkingur – 57 stig
3. B36 – 57 stig
4. HB – 55 stig
5. 07 Vestur – 37 stig
6. EB/Streymur – 25 stig
7. B68 – 22 stig
8. ÍF – 19 stig
9. TB – 16 stig
10. AB – 15 stig (flyta niður í 1. deild)

Seinasti leikdagur 28. oktober 2023

Umfar – Leikdagur – Heimalið – Útilið

2728-10-2023EB/StreymurHB
2728-10-2023Víkingur
2728-10-2023TB07 Vestur
2728-10-2023ABB36
2728-10-2023ÍFB68
Tabell og tøl sambært FaroeSoccer.