Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyr hvussu Karl A. Løkin bjargaði ÍF í tíðini dómarin hevði lagt aftrat

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð siga frá støðuni, ið førdi til brotssparkið og málinum hjá ÍF, ið Karl A. Løkin skoraði tá 93 minuttir vóru farnir av botngysaranum millum ÍF og TB í Fløtugerði í Fuglafirði. Hoyr samrøðuna Rúni gjørdi við ein fegnan Karl, ið staðfestir, at tað sær gott út nú, men alt er ikki liðugt. Hoyr eisini samrøðuna Rúni gjørdi við Salmund Bech hjá TB, ið staðfestir, at tað sær tungt út, men so leingi møguleikin er fer TB eftir møguleikanum. ÍF hevur 19 stig og TB hevur 16 stig. ÍF møtir B68 á heimavølli og TB møtir 07 Vestur á heimavølli.

Myndir: Rúni á Reynatrøð