Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ellemann leggur frá sær sum formaður og ráðharri og fer úr politikki

Jakob Ellemann-Jensen gevst sum politikkari, og Troels Lund Poulsen tekur fyribils yvir sum formaður í Vinstra-flokkinum í Danmark

Hann var júst komin aftur í politikk, eftir at hava verið sjúkrameldaður vegna strongd, men í dag er greitt, at formaðurin í danska Vinstra-flokkinum, Jakob Ellemann-Jensen, fer frá sum formaður í flokkinum og fer eisini frá sum fíggjarmálaráðharri.

Tað kunnger flokkurin í einum tíðindafundi í morgun. Jakob Ellemann-Jensen var formaður í Vinstra í fýra ár.

– Eg havi stríðst fyri tí, sum eg trúgvi upp á, men tað hevur ikki verið nóg mikið, hóast eg havi givið alt, eg havi í mær – og viðhvørt eisini meira enn tað.

Seinastu veljarakanningarnar hava heldur ikki sæð gott út fyri Vinstra.

– Mín persónur kastar skuggar yvir úrslitini í stjórnini. Mín persónur skuggar yvir, at Vinstra kann koma fyri seg aftur. Tí taki eg avleiðingarnar av hesum og taki meg aftur sum formaður fyri Vinstra, sigur hann.

Danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, tekur fyribils yvir sum fíggjarmálaráðharri.

Vinstra-flokkurin heldur landsfund í Herning tann 18. november.