Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk undirskrivað semju

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk undirskrivaðu fríggjadagin tann 20. oktobur 2023 undir nýggjan tvey ára sáttmála fyri miðlafólk í privata geiranum

Partarnir eru samdir um eina lønarhækking tann 1. november 2023 upp á 3,80 prosent og tann 1. november 2024 upp á 4,04 prosent.

Hetta er á sama støði sum í øðrum sáttmálum, ið eru gjørdir á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingarumfarinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi.

Jón Brian Hvidtfeldt og Jórun Gardar undirskrivaðu semjuna fyri ávikavist Føroysk Miðlafólk og Føroya Arbeiðsgevarafelag.