Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroya Arbeiðsgevarafelag svarar Henriki Old aftur um almennar tunlar

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur framvegis, at skipanin við almennum tunnilsliði eigur at verða eftirmett

Føroya Arbeiðsgevarafelag vísti í farnu viku á, at tíðin nú er tann rætta at eftirmeta skipanina við almennum tunnilsliði, tí nógv bendir á, at tað kann gerast bíligari og skjótari, um verkætlanin verður boðin út millum privatar byggifyritøkur. Henrik Old, løgtingsmaður, hevur síðani skrivað almenna viðmerking til áskoðanina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað er positivt, at onkur vísir hesum málinum áhuga, tí higartil hevur áhugin í politisku skipanini at viðgera málið verið avmarkaður.

Henrik Old heldur, at skipanin við almennum tunnilsliði er ein bíligari loysn enn at bjóða verkætlanina alment út. Hansara grundgeving er millum annað, at Fámjinstunnilin er dýrari fyri hvønn kilometur enn Dalstunnilin.

Hetta er tó sum at samanbera perur og bananir. Í Fámjinstunlinum visti man frammanundan, at talan fór at vera um nógv leyst tilfar, og stórir postar vóru tí avsettir til eyka trygging av vánaliga fjallinum, sum borað verður ígjøgnum.

Um Dalstunnilin skal samanberast við aðrar tunlar, hevði tað verið rættari at samanborið við tunlar, har talan er um gott og stabilt fjall. Hetta er eitt nú støðan í Dalstunlinum, Viðareiðistunnilin, Tunlunum norður um fjall og Hvalbiartunlinum.

Sambært Henrik Old hevur kostnaðurin av Dalstunlinum higartil (liðugt sprongdur ígjøgnum) verið 80 mió kr. Tølini frá Landsverki siga tó eina aðra søgu. Sambært hesum tølum var pr. 1. jan. 2024 brúkt:

Kto.VerkætlanÚtreiðslur (kr.)Lýsing
5019Tunnil Húsavík – Dal92.131.000Tilfar, manning og rakstur av maskinum/ útgerð
5429Tunnilslið13.737.000Keyp av útgerð í s.v. arbeiðið.

Um vit siga, at helvtin av kostnaðinum til keyp av útgerð verður avskrivað upp á Dalstunnilin, verður kostnaðurin fyri holið, sum tað stendur í dag (uttan liðugtgerð) íalt kr. 99 mio., sum svarar til uml. 45.000,- kr/m.

Les eisini...  U19-manslandsliðið kann spæla seg í fjórðingsfinaluna

Hetta tal eigur at verða samanborið við kostnaðin (uttan liðugtgerð) av sambærligum tunlum, sum eru gjørdir seinnu árini, og tann samanberingin verður sannlíkt ikki til fyrimuns fyri loysnini við einum almennum tunnilsliði.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tí framvegis, at loysnin við almennum tunnilsliði eigur at verða eftirmett, við tí endamáli at fáa so effektiva tunnilsbygging sum gjørligt. Vónandi tekur onkur í politisku skipanini hetta málið víðari. Tølini fyri gjørdar tunlar (Viðareiðis-, Hvalbiar- og Tunlar norður um Fjall) hevur Landsverk, so ein samanbering og eftirmeting er væl møgulig, um áhugi annars er fyri tí.

Orsøkin til, at vit gera vart við hetta er ikki fyri forkoma nøkrum tunnilsliði, men hinvegin vísa á, hvar og hvussu íløgur og rakstur hjá landinum kann gerast bíligari og betri. Um so er, at talan er um eitt politiskt mál, har kostnaðurin ikki hevur so stóran týdning, so er bara at siga sum er.

Føroya Arbeiðsgevarafelag