Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FSF: Allir dystir sunnudagin

Nógv hava funnist at FSF nær seinasta leikumfar hjá monnum í Betri Deildini skal spælast. Nú hevur FSF skorið ígjøgnum, at seinasta umfar verður spælt sunnudagin 29. oktober - hjá øllum liðum

42 tímar millum dystin hjá KÍ og Ljubliana og so móti Víkingi í seinasta umfari í landskappingini hjá monnum leygardagin 28. oktober.

Hetta hevur leingi verið eitt kjakevni, sum mong hava funnist at.

Tí gjørdi FSF av, at hesin dysturin skuldi flytast til sunnudagin 29. oktober.

Men tað hevur veruliga fingið øði í grindina, tí tað hevur verið siðvenja, at seinastu tvey umførini verða øll spæld samstundis.

Eisini er dysturin um silvur- og bronsukrónurnar upp á spæl, har serliga Víkingur og B36 stríðast um annað plássi, og tí hevur eisini nógv kjak verið á Facebook, hvørt tað er ein fyrimunur fyri Víking, at liðið úr Eysturkommuna undan KÍ-dystinum veit, hvat er upp á spæl, tí tá vita víkingar úrslitið frá B36-dystinum úti móti AB við Vika á Argjum.

Men nú er líkt til, at FSF hevur lurtað eftir ákoyringunum, tí verður hugt inn á FSF-heimasíðuna, so stendur nú, at allir dystir verða avgreiddir sunnudagin 29. oktober klokkan 15.

So er spurningurin, um øll liðini spæla sunnudagin. Í 10´aranum á FM1 fyrrapartin segði ÍF-formaðurin, Georges Rouah, at ÍF spælir leygardagin, tí teir hava veitslu klokkan 19 leygarkvøldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Hoyr 10´aran her.