Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hornorkestur Frelsunarhersins 90 ár

Mánadagin 23. Oktober verður hornorkestur Frelsunarhersins 90 á

Dagurin verður hátíðarhildin í Sali Frelsunarhersins Sunnudagin 29. Oktober kl 18.00.
Tá verður hátíðarmøtið við hornorkestrinum. Hornorkestrið fer at spæla nakrar marsjir og tónleikastykkir.
Eisini verða sungnir narkrir av teimum góðu gomlu stríðssangunum. Finngerð Djurhuus Olsen, fyrrverðandi muskikkmeistari og núverðandi varðamusikkmeistari, fer at hugleiða um hornorkestri upp gjøgnum árini.
Korpsleiðarin Astrid Hansen fer at deila eitt andaktsorð og eftir samkomuna verður Kaffi og lagkøka at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda dagin saman við okkum og tað hevði glett okkum ómetaliga nógv at sæð so mong sum gjørligt til Føðingardagshaldið.
Hornorkestrið í Frelsunarherinum