Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kvinnur dømdar fimm ára fongsulsrevsing fyri at smugla kokain

Fyri aðru ferð innan fyri ein mánað hevur Føroya Rættur sagt dóm í málið um smugling av stórari nøgd av kokaini

Tvær kvinnur vóru í dag dømdar fimm ára fongsulsrevsing fyri at smugla kokain til Føroya.

Kvinnurnar, sum eru ávikavist 41 og 31 ár og ríkisborgarar í Peru, komu til Føroya við Norrønu í august í ár. Kvinnurnar vóru tiknar til síðis til kanningar av tollvaldinum og tað vísti seg, at onnur kvinnan hevði goymt kokain uppiá sær. Nærri kanningar vístu, at báðar kvinnurnar eisini smuglaðu kokain invortis. Samlaða vektin var umleið 794 gramm.

Kvinnurnar hava verið varðhaldsfongslaðar, síðan tær komu til Føroya. 

Kokain verður vanliga flokkað sum eitt serliga vandamikið rúsevni. Føroya Politi sigur, at prísurin á gøtuni í Føroyum er umleið 1.800-2.000 krónur fyri hvørt grammi.

Gongdin í løtuni er tann, at Føroya Politi hevur alsamt fleiri mál, sum snúgva seg um serliga vandamikil rúsevni, serliga kokain. Fleiri av teimum, sum smugla rúsevni til Føroya, eru útlendingar, sum annars ikki hava tilknýti til Føroya.

Av tí at talan var um umleið 800 gramm av einum serliga vandamiklum rúsevni, legði ákæruvaldið upp til, at kvinnurnar skuldu revsast við fimm ára fongsulsrevsing, og at kvinnurnar harumframt skuldu útvísast úr Føroyum fyri alla tíð. 

Ein samdur dómsmansrættur dømdi kvinnurnar fimm ára treytaleysa fongsulsrevsing. Kvinnurnar blivu samstundis útvístar fyri alla tíð. Rætturin hevur beint fyri rúsevnunum.

Verjarnir kærdu málið men góðtóku, at kvinnurnar skulu verða varðhaldsfongslaðar til málið verður viðgjørt í Landsrættinum. 

Ákæruvaldið fer nú at taka støðu til, um ákæruvaldið eisini skal kæra málið. 

Kelda: Føroya Politi