Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

191 fólk skrásett arbeiðsleys

Ongantíð verið so lítið arbeiðsloysi í Føroyum

Tað eru 191 fólk, sum eru skrásett fulltíðararbeiðsleys í Føroyum í september.

Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.

Arbeiðsloysið hevur ongantíð verið so lágt Føroyum.

Samlað fyri landið er arbeiðsloysið 0,6 prosent av arbeiðsfjøldini. Tað er tað sama sum í august.

Vesturi í Vágum er arbeiðsloysið lægst, 0,2 prosent, í Norðoyggjum 0,3 prosent og í Eysturoy 0,4 prosent. Í Sandoy er arbeiðsloysið 0,8 prosent, meðan tað er 1,1 prosent í Suðuroy.

Arbeiðsloysið

Arbeiðsloysið, øki