Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Betur skil á við skúlarnar

Føroya Politi fegnast um, at ferðsluátøkini kring skúlar hevur borið frukt. Nú er Føroya Politi eisini farið í holt við at klippa nummarplátur

Seinastu tíðina hevur løgreglan havt nógv ferðsluátøk kring skúlar í Føroyum í samband við skúlabyrjan, og í gjár var einki undantak.

Í gjár var løgreglan við Skúlan á Fløtum í Havn, har hugt var eftir, um børnini sótu í bilbelti, og har var einki mál skrivað niður í svørtu bók.

Eisini gav Føroya Politi børnunum endurskin, nú tað gerst myrkari hesa ársins tíð.

Tó varð ein bilførari tikin í Havn seinni um dagin, har eitt barn ikki var íbundin trygdarbeltið, og tað gevur bæði eitt klipp í koyrikortið, umframt eina bót.

Klippa nummarplátur
Herfyri kom fram, at Akstovan hevur sent eitt yvirlit til løgregluna um vegskattaeftirstøður.

Tað merkir, at nummarspjøldrini skulu takast av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár í 2023.

Í gjár var løgreglan úti í Havn og klipti sjey nummarplátur.