Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Formaðurin í Flogbóltssambandinum fegnast um søguliga dystin sum verður leiktur í annaðkvøld

Formaðurin í Flogbóltssambandi Føroya, Petur Holm, vónar, at fleiri føroysk lið fara at velja at spæla evropeiskar dystir, nú Mjølnir fer at spæla tveir evropeiskar flogbóltsdystir komandi vikuna, tá liðið møtir niðurlendska Limax í heima- og útidysti

Í annaðkvøld, mikudagin 25. oktober, klokkan 19 spæla menninir hjá Mjølni fyrra dystin ímóti niðurlendska liðnum, VC Limax, í Challenge Cup, og tann dysturin verður í Klaksvík.

Hetta er somuleiðis ein søguligur dystur, tí hetta er fyrstu ferð í føroyskari flogbóltssøgu, at eitt føroyskt lið fer at spæla evropeiskan flogbólt.

Hoyr samrøðuna við formannin í Flogbóltssambandi Føroya, Petur Holm, sum vónar, at onnur føroysk lið eisini fara at spæla evropeiskan flogbólt í framtíðini:

Limas er ikki hissini mótstøðulið, tí niðurlendska liðið hevur niðurlendskar landsliðsspælarar á liðnum, og Niðurlond er eisni nummar tíggju á evropeiska styrkilistanum hjá CEV – Confédération Européenne de Volleyball – sum er evropeiska flogbóltssamgongan.

Útidysturin hjá Mjølni verður spældur mikudagin tann 1. november í Niðurlondum.