Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Flogbóltsfelagið Dráttur 40 ár

Í dag verður Flogbóltsfelagið Dráttur 40 ár og tað skal hátíðarhaldast.

Í dag verður Flogbóltsfelagið Dráttur 40 ár.

Felagið bleiv stovnað tann 9. apríl 1984 sum eitt flogbóltsfelag fyri bygdirnar Sandavág og Miðvág. Dráttur hevur verið við í bestu deildini hjá kvinnum øll árini síðani felagið varð stovnað.
Síðani besta deildin hjá kvinnum varð skipað í eina meistaradeild í 1986 hevur Dráttur vunnið 3 FM-heiti, í 2001, 2006, og 2017 og hevur í ár leikt seg í FM finaluna. Kvinnurnar hava verið steypavinnarar í 2007, 2015 og 2024.

Áðrenn Dráttur varð stovnað, varð spælt skiftivís sum MB og SÍF, og skiftivís í MB og SÍF blusum. Kvinnurnar vóru FM-vinnarar við MB árini 1976-1978 og SÍF 1979-1980.
MB/SÍF hevði eisini 2 umboð á fyrsta kvinnulandsliðinum, sum spældi ímóti Íslandi í 1979.
Sí eisini meira um søguna í viðmerkingunum niðanfyri.

Søgan aftanfyri Drátt byrjaði við, at Marianna Simonsen flutti vestur og byrjaði sum lærari á Giljanesi. Meðan Marianna las til lærara spældi hon flogbólt við NFL, tær vóru sera góðar og vunnu m.a. FM. Marianna byrjaði at læra frá sær at spæla flogbólt í skúlanum. Eini 2-3 ár seinni vann Giljanesskúli m.a. flogbóltskappingina fyri gentur/kvinnur á árliga Skúlaítróttardegnum, í Høllini á Nabb. Marianna hevði “Jobs tol”, tí tað var torført at læra at spæla flogbólt. Nøkur ár seinni kom Magna Thomassen til og í 1976 varð byrjað at venja kvinnulið í flogbólti. Liðini vóru nevnd skiftivís MB og SÍF.

Á vári 1984, eftir at kappingarnar vóru av tað árið, varð gjørt av at stovna flogbóltsfelag fyri flogbóltin í Miðvági og Sandavági.
Fleiri nøvn til felagið komu fram at venda. Navnið “Dráttur” varð valt, m.a. tí tað kann vísa til drátt í sjónum, sum gongur upp og niður sum flogbólturin.

Les eisini...  Teis Horn Rasmussen um minniliga 28-26 (15-9) EM-undankappingarsigurin á Rumenia

Fyrsta forkvinnan í Dráttur var Eyðna Sandberg Mikkelsen. Marna Gásadal var skrivari og Áki Jacobsen var umboð fyri børn og ung.

Dráttur hevur øll árini havt ungdómsarbeiðið og lið í bestu kvinnudeildini. Vit gleða okkum at feiðra dagin leygardagin 13. apríl. Fyrst á Giljanesi, har móttøka, kaffi og kaka verður kl 11 og vit fara at heiðra okkara Gentur 14, sum blivu Føroyameistarar sunnudagin, og harvið vunnu greipuna í ár👏💪😊 kl 13 fara okkara meistaradeild kvinnur at spæla ímóti Fleyr. Aftaná tað leita vit aftur til góðu gomlu Drátturkappingarnar og fara at spæla 2-3 tímar av ‘pensionistaflogbólti’ fyri leikarar 35 ár og eldri.
Veitsla verður í Bygdarhúsinum kl 19 og almennur dansur verður aftaná.

Dráttur vónar at síggja nógv fólk til dagin