Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landsstýrið sleppur kanska undan at taka støðu til russlandssamstarvið

Russland umhugsar at banna innflutningi av fiski úr Føroyum

Avgerðin um at halda fram ella enda fiskivinnusamstarvið frá 1977 við Russland hevur hingið í luftini í meira enn eitt ár, men nú er líkt til, at avgerðin nú verður tikin fyri okkum.

In.fo skrivar, sambært TASS, at fiskivinnuumsitningin hjá russisku stjórnini hevur skotið upp at banna innflutningi av fiskaframleiðslu úr Føroyum til Russland.

Uppskot er lagt fram fyri russisku stjórnini at seta bann av fiski úr Føroyum sum eitt aftursvar upp á revsitiltøkini ímóti russiskum fiskivinnufeløgum.

Í uppskotinum kann millum annað lesast, at bannið móti føroyskum fiskavørum fer ikki at hava negativa ávirkan á matvørutrygdina, tí tað eru stórir menningamøguleikar í framleiðsluorkuni í Russlandi av hesum fiskasløgum, sum verða innflutt úr Føroyum.

Harafturat verður í Russlandi mett, at við at umskipa verandi útflutning av hesum fiskasløgum til veitingar á heimamarknaðinum, so er ikki neyðugt við innflutningi av fiskavørum úr Føroyum.