Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

GHM spælir fólksliga heystkonsert

Leygardagin 28. oktober klokkan 17 spælir Harmoniorkestrið GHM heystkonsert í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla

Skráin hóskar væl til bæði árstíðina og fjølmentanarvikuna við flottum útsetingum av bretskum,
írskum og amerikonskum fólkatónum. At hoyra verða løg sum Scarborough Fair, My bonny boy,
Highland Cathedral og onnur. Eisini fer ein minni bólkur av træblásarum úr orkestrinum at framføra
eitt verk.

Harmoniorkestrið GHM hátíðarhelt í fjør 100-ára stovningardag. Orkestrið savnaði yvir 100 GHM’arar
til at spæla á stórari konsert. Fleiri av hesum høvdu ikki nortið sítt ljóðførið í fleiri áratíggju, men
tónleikurin og ikki minst samveran endurkveikti hugin, og nógv teirra eru nú fastir limir í orkestrinum
aftur.

Konsertin leygardagin er ókeypis, men høvi verður at stuðla orkestrinum, sum savnar pening inn til at
keypa ljóðføri og til eina ferð at vitja Bornholm – føðistað Bakar Hansens, sum orkestrið er uppkallað
eftir (Georg Hansens Minni).

Orkestrið telur í dag umleið 40 spælarar, og tað er Maria Wang Reinert, sum stjórnar.