Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú eru enn fleiri sum skylda meira enn tríggjar ferðir inntøkuna

Vanliga verða húsarhald viðmælt ikki at skylda meir enn umleið 3,5 ferðir inntøkuna

Fyribils hagtøl hjá landsbankanum vísa, at føroysk húsarhald við eini skuld omanfyri tvær milliónir krónur, sum samstundis skylda meir enn tríggjar ferðir sína ársinntøku, eru økt frá 3,7 prosent av øllum húsarhaldunum í 2021 til 4,1 prosent í 2022.

Landsbanki Føroya sigur, at yvirskipað er skuldarlutfallið hjá føroysku húsarhaldunum framvegis lágt. Vanliga verða húsarhald viðmælt ikki at skylda meir enn umleið 3,5 ferðir inntøkuna. Men í  summum førum verður hægri skuldarlutfall loyvt, um útlit eru til, at húsarhaldið fær skuldarlutfallið niður innan eitt stutt áramál ella um húsarhaldið eigur aðrar ognir, sum kann forsvara eina høga skuld mátað í mun til ársinntøkuna. 

– Tað eru framvegis ikki ábendingar um, at húskir við høgum skuldarlutfalli eru ein váði fyri fíggjarliga støðufesti í Føroyum, av tí at tey eru fá í tali. Tó kann tað vera av stórum týdningi fyri einstaka húsarhaldið, um mánaðarligu útreiðslurnar við mongu rentuhækkingunum gerast ov stórar, sigur landsbankin.

Til ber at lesa meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 2. ársfjórðingi 2023 her.