Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Súsanna Bertholdsen spyr um fíggjarliga hjálp til sperd húski

Tingkvinna fyri Javnaðarflokkin spyr, hvørjar loysnir landsstýrið arbeiðir við, fyri at lætta um hjá fíggjarliga sperdum húskjum

– Tað er ikki dagur, at onkur ikki rópar neyðarróp á sosialu miðlunum, tí tey ikki vita síni livandi ráð. Bankakontan er á minus, mánaðurin er bert komin í helvt, og tey eiga ikki pening fyri mat. Tey biðja alment um hjálp í vón um, at onkur forbarmar seg yvir tey og rættir eina hjálpandi hond, skrivar Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, millum annað í fyrispurningi til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum.

– Sum politisk skipan eiga vit at reagera, og tí kundi eg hugsað mær at vita, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur, sigur hon.

Rentur, húsaleiga og matvøruprísir eru ógvuliga nógv hækkað og hetta merkist allastaðni. Tí hevur Súsanna Bertholdsen spurt landsstýriskvinnuna í almanna- og mentamálum, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur viðvíkjandi fíggjarligari hjálp til sperd húski.

– Fyrr í ár samtykti Løgtingið ein hjálparpakka, harøll húski – bæði barnafamiljur, fólkapensjónistar og onnur – kundu søkja um eingangsstuðul upp á 12.000 krónur, sum hjálparískoyti. Harumframt hækkaði familjuískoytið við 750 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið í tíðarskeiðinum frá juni og restina av 2023. Kortini mugu vit staðfesta, at tørvur framvegis er á hjálp til fíggjarliga sperd húski, skrivar Súsanna í viðmerkingunum til fyrispurningin til Sirið Stenberg.

Fyrispurningurin hjá Súsannu kann lesast her.