Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

“Tit hava einki steyp vunnið síðani 1995”

Hetta bleiv rópt á Anfield leygardagin tá grannauppgerð var í Liverpool.

“You haven’t won a trophy since 1995” bleiv tað rópt á Anfield, tá Liverpool vunnu ein 2-0 sigur móti bláa lítlabeiggjanum í hinum endanum á Stanley Park!

Salah spældi ein ringan dyst, men skoraði bæði málini og avgjørdi dystin fyri Liverpool – aftur.

Er Tsimikas tann rætti avloysarin fyri Robertson, sum er skaddur restina av árinum? Ella er tað upplagt at loyva tí stóra og sterka Luke Chambers framat?

Vit fara at tosa um Merseyside grannauppgerðina og tey komandi umførini Í Europa League og dystin móti Nottingham Forest sunnudagin!

Eisini fara vit at ringja til Beinir Johannesen Everton fjeppara og spyrja hvussu hann upplivdi dystin og hvørjar vónir eru til hetta kappingarárið!

Øll eru vælkomin at skriva inn á 559999 við spurningum og/ella viðmerkingum.

Gestirnir hesaferð eru Jóhan Carld Dam og Dávid Isfeld. Vertur er Trygvi Absalonsen

Lurtið á FM1 hvønn týsdag kl 16.00.