Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dan fegnast um sigurin – Pauli ivast í seinna brotssparkinum

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Heðin Askham siga frá teimum fýra málunum, ið vóru skotin í 3-1 sigrinum hjá B36 á Skála í kappingini um løgmanssteypið. Hoyr Heðin taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við høvuðsvenjararnar, Dan Brimsvík hjá B36 og Paula Poulsen hjá Skála. Dan fegnast um sigurin aftaná eina trupla tíð við bert einum stigi í trimum dystum. Pauli ivast í seinna brotssparkinum, ið førdi til 2-0 málið hjá B36. Hann er tó nøgdur við avrikið og hugburðin hjá sínum monnum.