Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup Emil arbeiðir fyri altjóða limaskapi hjá Grønlandi í CONCACAF

Jákup Emil Hansen, sum býr í Nuuk, er júst valdur inn í nevndina í grønlendska fótbóltssambandinum. Hann hevur sett sær mál, at Grønland skal fáa altjóða limaskap

Síðan Torleif Sigurðsson, sáli, gjørdist formaður í FSF í 1981, brúkti hann fyrstu árini at virka fyri stórar broytingar innan føroyskan fótbólt, har millum annað grúsvøllirnir kring landið vórðu skiftir út við graslíki.

Føroyar gjørdust limir í FIFA og UEFA, og føroysku liðini fóru undir at spæla altjóða dystir.

Í Grønlandi droyma tey eisini um altjóða limaskap í fótbólti, og tað verður kanska ein føroyingur, sum fer at hjálpa Grønlandi við hesari tilgongdini.

Síðan 2021 hevur Jákup Emil Hansen úr Saltangará, sum býr í Nuuk í Grønlandi, gjørt fyrireikingararbeiðið fyri grønlendska fótbóltssambandið – KAK – at søkja um limaskap í CONCACAF, sum er fótbóltssamgongan millum Norðuramerika, Miðamerika og Karibisku oyggjarnar.

Hurðin til UEFA er latin aftur, eftir at evropeiska fótbóltssamgongan broytti kriteriini fyri, hvørji lond skulu sleppa við í UEFA, og tí verður nú arbeitt við ítøkiligum ætlanum hjá Grønlandi at fáa limaskap í CONCACAF.

Um vikuskiftið varð Jákup Emil valdur inn í nevndina í grønlendska fótbóltssambandinum, KAK: