Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tjóðsavnið vil hava fatur á deyðum fugli

Kroppurin á einum fugli ber óteljandi upplýsingar í sær, og tey á Tjóðsavninum savna tí deyðan fugl inn í samband við alskyns gransking, umframt aðra vitanarmenning og framsýning

– Funnið ein deyðan fugl? Vit á Tjóðsavninum vilja fegin hava hann!

Tað skrivar Tjóðsavnið á heimasíðu sínari.

Í hesi ilsligu og køldu heystartíð er ikki óvanligt, at fuglar koma illa fyri av ymsum ávum.

– Teir, sum kunnu bjargast, eiga vit at hjálpa av øllum alvi. Tó eru nógvir, sum doyggja. Hetta er ein syrgiligur partur av lívsins gongd, men deyðu fuglarnir kunnu hóast alt koma vísindini og samfelagnum til góðar, skrivar Tjóðsavnið.

Heimasíðan skrivar, at kroppurin á einum fugli ber óteljandi upplýsingar í sær, og tey á Tjóðsavninum savna tí eisini deyðan fugl inn í samband við alskyns gransking, umframt aðra vitanarmenning og framsýning.

– Samstundis hava vit møguleikan at goyma fuglarnar í óavmarkaða tíð, og á tann hátt virka vit eisini sum ein depil, sum aðrir granskarar kunnu gagnnýta, og sum byggir eitt søguligt savn av so nógvum sløgum sum gjørligt, skrivar Tjóðsavnið.

– Vit taka ímóti øllum sløgum; tó bert feskum fuglum í rímiliga góðum standi.

Til ber at seta seg í samband við Jón Aldará, lívfrøðing, fyri nærri kunning og innlating av deyðum fugli her.