Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup: Vit hava havt tíð at fokusera upp á hendan dystin

Verjuparturin skal vera upp á pláss, áðrenn KÍ kann fokusera upp á álopsspælið, sigur KÍ-liðskiparin, Jákup B. Andreasen

– Vit eru uppsettir at enda kappingina væl, og nú hava vit bara stórar dystir eftir, so tað er stuttligt.

Tað sigur KÍ-liðskiparin, Jákup B. Andreasen, nú KÍ skal møta greipuvinnaranum úr Slovenia, Olimpija Ljubljana á Tórsvølli í kvøld, sum er triði dysturin í hesum Conference League-bólkaspælinum.

Liðskiparin sigur, at tað hava verið nógvir dystir á skránni í summar og nú í heyst, men tað kennist gott, at KÍ-liðið hevur havt eitt sindur av tíð til at fokusera upp á hendan dystin í kvøld: