Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

René: Vit hava prógvað at vit kunnu vera við

René Shaki Joensen sigur, at hann og viðspælararnir hava vant kontraspæl fram til dystin í kvøld, har mótstøðuliðið úr Slovenia hevur tendens til at leypa á við fleiri monnum

– Fyrstu 30 minuttirnar skulu vit fáa verjuspælið at sita, sum tað skal, og so taka vit tað harfrá. Men einasta málið er at vinna.

Tað sigur René Shaki Joensen, sum kann brúkast nógvastaðni á vøllinum.

Hann sigur, at KÍ fer eftir kjansinum at vinna í kvøld, tí videobrot vísa, at Ljubljana-spælararnir leypa ofta á við fleiri monnum, og tað gevur pláss í bakrúminum.

– Spurningurin er so, um vit kunnu útnytta tað, sigur René.