Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgreglan aftur úti í nátt og klipti plátur

Listin av akførum, sum standa til at missa nummarpláturnar, minkar støðugt

Listin, sum Akstovan sendi til løgreglustøðirnar kring landið, var langur, men nú minkar hann so hvørt – bæði tí hava goldið vegskattaeftirstøðuna, men eisini tí løgreglan nú er farið í holt við klippa nummarplátur á teimum akførum, har vegskattur manglar at verða goldin fyri seinna hálvár í ár.

Føroya Politi var aftur úti í nátt og tók nakrar nummarplátur.

Í Eysturoy og í Norðoyggjum vóru tað 23 akfør, meðan tað vóru 13 akfør í Havn, sum hava mist pláturnar í nátt.

Eigarin av akfarinum, sum hevur mist nummarpláturnar, kunnu skráseta akfarið aftur, eftir at vegskattaeftirstøðan er goldin.