Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Semingsstovnurin kemur við einum semingsuppskoti í dag

Leingi var kvirt millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarafrøðingar, men nú metir semingsstovnurin, at stovnurin kann leggja eitt uppskot fram fyri partarnar

Síðan 2. oktober hava sjúkrarøktarafrøðingarnir verið í verkfalli, og leingi hevur verið friðarligt millum partarnar – so mikið friðarligt, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarafrøðingar heitti á Fíggjarmálaráðið í síðstu viku, at koma til samráðingarborðið sum skjótast.

Men í gjár ljóðaði, at semingsmenninir høvdu boðað pørtunum til fundar, sum fundaðust um sáttmálatrætuna í gjár.

Í stuttari viðmerking til Kringvarpið í morgun verður sagt, at eitt semingsuppskot verður lagt fyri partarnar seinni í dag.