Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jens Wedeborg er nýggjur høvuðsvenjari hjá NSÍ

43-ára gamli sviin Jens Wedeborg hevur skrivað undir ein tvey ára sáttmála við NSÍ

Á tíðindafundi í Bylgjuni í gjár, har NSÍ ein tíma frammanundan hevði boðað frá hesum fundi á sosialum miðlum, kunngjørdi Karstin Joensen, formaðurin í starvsnevndini hjá NSÍ, at felagið hevur funnið nýggjan høvuðsvenjara í Svøríki.

Talan er um 43 ára gamla svian Jens Wederborg, sum ikki eru ókendur í Føroyum.

Hann hevur áður starvast sum KÍ venjari, har hann var venjari hjá besta kvinnuliðnum og næstbesta liðnum hjá monnunum. Upprunaliga kom hann til Føroya at vera ungdómsvenjari í KÍ-akademiinum, tá ein fyrrverandi NSÍ-venjari Glenn Ståhl fekk ábyrgdina fyri akademiinum.

Jens Wederborg sær NSÍ sum eitt av stóru feløgunum í Føroyum, og at uppgávan hjá honum verður at fáa NSÍ upp aftur í toppin í føroyskum fótbólti.

– Hetta skal gerast við hørðum arbeiði bæði á og uttanfyri vøllin, sigur hann við heimasíðuna hjá NSÍ.

Við heimsíðuna hjá NSÍ sigur nýggi venjarin, at hann kann ikki lova at vinna hvønn dyst. Men hinvegin kann hann lova, at hann verður málrættaður og eldhugaður í arbeiðnum at fáa NSÍ aftur millum tey bestu í Føroyum.