Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

So var aftur ein átala til Runavíkar kommunu

Hóast talan var um mál, sum er byrjað fyri tveimum árum síðan, har klagarin hevði sent teldupostar til kommununa, starvsfólk hjá kommununi og til býráðslimir, so hevur kommunan ikki skrásett teldupostarnar og ikki svarað klagaranum. Umboðsmaðurin gevur tí Runavíkar kommunu eina átalu fyri ikki at hava handfari málið nøktandi, skrivar Løgtingsins umboðsmaður

Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt eina klagu frá einum borgara í Runavíkar kommunu.

Klagan snýr seg um, at hesin borgarin í við teldupostum javnan yvir tvey ár hevur spurt Runavíkar kommunu, íroknað eitt starvsfólk hjá kommununi og nakrar býráðslimir, um byggiloyvi kravdist til ta bygging, sum granni hansara var í gongd við millum hús teirra, og um hann hevði fingið loyvi frá kommununi til hesa bygging.

Hóast teldupostar til kommunu, starvsfólk og býráðslimir, so hevur aftursvarið frá kommuni verið, at tey kennast ikki við málið, tí málið er ikki skrásett í journalini og tí ikki viðgjørt.

Umboðsmaðurin vísir á, at sum meginregla hevur kommunan sum almennur myndugleiki skyldu til at svara fyrispurningum frá borgaranum, og at avgreiða mál skjótast gjørligt. Eisini vísir umboðsmaðurin á, at ein kommuna hevur skyldu til at hava slíkan røkiskap í síni skjalagoymslu, at til ber at prógva, hvørji skjøl eru í einum máli, og hvør viðgerð er farin fram.

Løgtingsins umboðsmaður heldur, at fyrispurningurin frá borgaranum var av slíkum slag, sum krevur eina málsviðgerð og svar frá kommununi, tí heldur umboðsmaðurin, at tað er ikki nøktandi fyrisiting, at fyrispurningurin hevði ligið ósvaraður í gott og væl tvey ár. Umboðsmaðurin heldur eisini, at tað var als ikki nøktandi, at kommunan tykist ikki at hava greiðu á, hvat var hent við málinum.

“Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Runavíkar kommuna ikki svaraði fyrispurningi frá klagara um eitt byggimál. Hóast talan var um mál, sum byrjaði fyri gott tveimum árum síðani, og klagarin hevði sent teldupostar til kommununa, starvsfólk hjá kommununi og til býráðslimir, so hevði kommunan ikki skrásett teldupostarnar og ikki svarað klagaranum. Umboðsmaðurin gav Runavíkar kommunu eina átalu fyri ikki at hava handfari málið nøktandi”.

Runavíkar kommunu hevur kunnað umboðsmannin um, at málið nú er skrásett og undir viðgerð.

Les eisini...  Saul er dykkari

– Burtursæð  frá omanfyrinevndu viðmerkingum og átalu, geri eg ikki meira við málið, skrivar umboðsmaðurin.

Málið skuldi væntandi vera fyri á fundi í Byggi- og býarskipanarnevndini hjá Runavíkar kommunu tann 25. oktober 2023, men FM1 er ikki vitandi um, um málið var á skránni mikudagin ella ikki.

(Dagført 27.10-´23 kl. 20.58)