Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Enn ein ungur maður stungin niður við knívi

Í morgun skrivaðu vit um unga mannin, ið myrdi ein eldri mann, tá hann stakk hann tríggjar ferðir í bróstkassan. Í dag er aftur ein maður stungin við knívi. Hesaferð á Nørrebrogade í Keypmannahavn. Offrið er ein ungur drongur, hvørs støða er lívshættislig

Hetta er ikki fyrstuferð, at trupulleikarnir herja á, á Slotsgade í Keypmannahavn. Tað er ikki óhugsandi, at hetta brotsverkið hevur tilknýti til rokkara- og bandaumhvørvið í Keypmannahavn, tí tað hómast eitt ávíst mynstur. Í dag klokkan 17:39 fekk løgreglan í Keypmannahavn fráboðan um, at ein ungur maður var stungin niður við knívi, á Slotsgade, ið er ein síðugøta á Nørrebrogade.

Sambært Ekstra Blaðnum, sigur vakthavandi politistur í Keypmannahavn, við Ritzau, at talan er um ein ungna mann, ið er stungin niður á Slotsgade og er støðan lívshættislig.

– Vit eru nógvir til staðar í Nørrebro. Vit royna at fáa yvirblikk yvir hvat er hent og hvør konteksturin er, leggur løgreglan í Keypmannahavn afturat.

Enn er brotsmaðurin (ella brotsmenninir) ikki funnin. Løgreglan vil ikki nevna aldur á offrinum, men sigur, at støðan er lívshættislig.

– Vit taka málið í størsta álvara og kanna við allari makt, fyri at fáa greiðu á hvussu tað heila er farið fram, sigur vaktleiðarin, Jonathan Wald. Hann heitur samstundis á øll, ið halda seg vita eitthvørt relevant í málinum, um at venda sær til løgregluna.

Foto: Kenneth Meyer
Myndaeigari: Kenneth Meyer/Ritzau Scanpix.
Foto: Kenneth Meyer
Myndaeigari: Kenneth Meyer/Ritzau Scanpix.

Dagføring klokkan 20:29

Nú sigur løgreglan í Keypmannahavn, at maðurin hevur tað eftir umstøðunum betri, og er støðan tí ikki lívshættislig longur.