Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Enn eitt persónsálop við knívi í Danmark

Tað eru nú nøkur ár síðani, at danskir myndugleikar fóru í herna móti kníválopum í danska náttarlívinum. Tað tykist tó sum um, at trupulleikarnir við knívum í náttarlívinum í Danmark, ongan enda hava. Enn eitt persónsálop við knívi er farið fram í Danmark í vikuskiftinum

Fleiri danskir miðlar skriva nú, at tveir brøður vórðu stungnir niður við knívi fríggjadagin. Sambært tíðindaboðum frá Midt- og Vestjyllands Politi, fór hetta fram í Ikast um tíggju-tíðina í gjárskvøldi.

Víðari sigur løgreglan, at tann eini, ein 30 ára gamal maður, varð sendur við tyrlu til Århus Universitetshospital. Hann er hart raktur av løstunum og er stungin fleiri ferðir – yngri beiggi, 27 ára gamal, fekk lættari skaðar enn eldri beiggin. Eldri beiggin ringdi sjálvur til løgregluna úr sínum egna bili, á einum McDonalds parkeringsøki. Hetta var klokkan 22:13 fríggjakvøldið.

Sambært Hans Roost, eftirlitsmaður hjá Midt- og Vestjyllands Politi, hevur kanningararbeiðið verið sera drúgt.

– At byrja við, var trupult at vita hvar álopi yvirhøvur var farið fram, sigur hann millum annað.

Tað er síðani komið fram, sambært Ekstra Blaðnum, at brøðurnir og teirra álopsmaður, vóru við í onkrari uppgerð av einum ella øðrum slag, í einum øki nærhendis Jyllandsgade í Ikast.

Ein 20 ára gamal maður verður settur í grundlógarhoyring í morgin, sigur danska løgreglan. Tá danskir miðlar spyrja, um málið hevur tilknýti til danskt rokkara- og bandaumhvørvið, svarar Hans Roost soleiðis:

– Tað er onki í kanningararbeiðnum sum peikar á, at talan er um eina banda- ella narkotikauppgerð. Tað er okkara uppfatan, at hendingin als ikki er tilvarlig, men at íblandaðu persónarnir hava havt samband sínámillum áðrenn teir hittust.

Danska løgreglan leitar eftir hjálp og biður einhvønn, ið kann hava sæð okkurt undranarsamt í hesum sambandi, seta seg í samband við løgregluna á 1-1-4.