Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kendir sjónleikarar syrgja yvir Matthew Perry

Í gjár legði Matthew Perry árarnar inn. Hann bleiv 54 ára gamal. Hann var ein sonn legenda í sjónleiksgerninginum, mest kendur fyri sín leiklut sum Chandler Bing, í sjónvarpsrøðini 'Friends'

Nú er eitt samdøgur síðani tíðindini bórust um at kendi sjónleikarin, Matthew Perry, doyði. Ivaleyst eiga mong okkara óteljandi minnir, har hann við sínari eyðkendu sarkasmu, í leiklutinum sum Chandler Bing, gav okkum eitt smíl og fekk okkum at flenna.

Tað er alment kent, at Matthew Perry stríddist ein stóran part av sínum vaksnamannalívi við narkotika misnýtslu. Hetta var hann eisini sera opin um. Í 2022 gav hann út bókina Friends, Lovers, and the Big Terrible Thing, har hann millum annað greiður frá tíðini sum misnýtari.

Kendir sjónleikarar vísa samkenslu og syrgja

Millum annað Maggie Wheeler, ið var sjónleikarinnan, ið spældi leiklutin sum Janice í Friends, vísur sína samkenslu. Hon skrivar soleiðis á sínum Instagram brúkara: – Eitt stórt tap. Heimurin fer at sakna teg, Matthew Perry. Tann gleðin, ið tú gav, í tínum alt ov stutta lívi, heldur áfram at liva. Eg kenni meg signaða av hvørjari einastu kreativari løtu vit deildu saman. (umsett úr enskum).

Eisini hava sjónvarpsframleiðararnir handan Friends, Warner Bros. Television Group, vísa sína samkenslu og lýsa Matthew Perry sum comedic genius.

Vit eru í sorg yvir deyðan hjá okkara kæra vini, Matthew Perry. Matthew var ein ótrúliga evnaríkur sjónleikari og ein ógloymandi partur av Warner Bros. Television Group-familjuni. Ávirkanin, ið hetta stuttliga flogvitið hevði, var kend um allan heimin. Minnini um hann fara at liva víðari í hjørtum okkara. Hetta er ein sorgardagur og senda vit allar tankar okkara til familju hansara, hansara kæru og allar hansara trúføstu fjepparar, sigur ein talsmaður hjá Warner Bros. Television Group við journalist hjá The Times. (umsett úr enskum).

Les eisini...  Róin Schrøter, Jákup Ósá og Trygvi Absalonsen vitja Fótbóltsskýlið í dag

Enn hevur ongin av hinum sjónleikarunum, ið spældu høvuðsleiklutirnar í Friends, úttala seg. Hesi vóru annars David Schwimmer (Ross), Matt LeBlanc (Joey), Courteney Cox (Monica), Jennifer Aniston (Rachel) og Lisa Kudrow (Phoebe).