Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dagføring: faðirin framvegis fangaður

Faðirin er framvegis ikki sloppin úr klónum ránsmanna.

Vit skrivaðu fyrr í dag, at foreldrini hjá Liverpool-leikaranum, Luis Díaz, vóru tikin til gíslar og at bæði vóru loyst úr hafti ránsmanna. Hóast fleiri keldur søgdu tað sama, so vísir tað seg, at pápin framvegis er gísli, meðan mamman er leyslatin.

Ein stór peningaupphædd áljóðandi 330.000 krónur er sett sum trygd fyri, um løgreglan fær upplýsingar, sum kunnu føra til, at pápin verður funnin og leysgivin.

Hildið verður, at ránsmenninir hava sett kós móti Venezuela og vónandi verður hann funnin skjótt á lívi.

Vit biðja lesaran halda okkum til góðar og vit fylgja gongdini.