Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Álitisfólk og nevndir skulu viðgera møgulig tiltøk í sáttmálatrætuni

Leygardagin segði semingsstovnurin, at tað er so mikið langt millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarafrøðingar, at tað gevur ikki meining at hittast

– Enn er onki grundarlag fyri at gera eina semingsroynd millum lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Tað staðfesti Terji Sigurðsson, semingsmaður, leygardagin við Kringvarpið, eftir enn eina misseydnaða roynd at fáa partarnar til semingsborðið.

Í gjár var fundur millum forfólk í fleiri fakfeløgum, sum viðgjørdu núverandi støðu á arbeiðsmarknaðinum.

Øll álitisfólk og nevndir í føroyskum fakfeløgum vórðu boðin á fund í morgun at viðgera, hvørji tiltøk møguliga skulu setast í verk, skrivar KVF.