Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eysturkommuna lækkar skattin

Skattalætti, hægri barnafrádráttur og íløgur til frama fyri borgaran í fíggjarætlanini hjá Eysturkommunu

Fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini 2024 varð viðgjørd á býráðsfundi hóskvøldið tann 26. oktober. Tær stóru yvirskriftirnar eru skattalætti, hækkaður barnafrádráttur og íløgur fyri smáar 60 milliónir krónur.

Tað skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari.

Fíggjarætlanin varð einmælt samtykt á býráðsfundi hóskvøldið í farnu viku.

Skattastigið fyri 2024 er sett til at verða 19,9 prosent, ið er ein lækking upp á 0,6 prosent. Barnafrádrátturin hækkar úr 8.500 krónum upp í 9.000 krónur fyri hvørt barnið. 

Samlaðu inntøkurnar fyri Eysturkommunu eru mettar at verða 141 milliónir krónur, og rakstrarútreiðslurnar hækka við umleið 4,5 prosentum, sum í stóran mun er lønarhækkan. 

– Av íløgum, ið standa fyri framman, kunnu nevnast skúlaútbygging, vælveruøki, róðrarneyst og útstykking í Syðrugøtu. Eisini eru aðrar smærri verkætlanir við í fíggjarætlanaruppskotinum, og verður øll fíggjarætlanin løgd út eftir 2. viðgerð, skrivar kommunan.