Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stásiliga bátaneystið við Múllers Pakkhús liðugt

Stásiliga bátaneystið úti við Müllers Pakkhús varð alment tikið í nýtslu longu á ólavsøku, men nústaðni er alt gjørt liðugt, eisini uttanumøkið

Tað eru Jákup Magnussen og Bjørn Reinert, ið hava smíðað neystið, sum er smíðað eftir gomlum byggisiði. Tað vil siga tappað saman. Arni Clementsen hevur teknað neystið, og Andrass Joensen hevur undirvíst næmingunum á Tórshavnar Kvøldskúla, ið hava smíðað bátin.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Longu í mei mánaði ognaði Tórshavnar kommuna sær henda føroyska bátin, sum næmingar á Tórshavnar Kvøldskúla hava smíðað, soleiðis at báturin bleiv ein fólksins ogn og kemur øllum til góðar, bæði føroyingum og útlendskum gestum.

Neystið er gjørt soleiðis, at áskoðarin kann skoða bátin í samspæli við vakra maritima umhvørvið úti við bedingina. Ikki bert hevur tað stóran týdning, at varðveita bátin og føroyskt bátasmíð, men føroyski báturin er ein hin størsta gávan og vakrasta listin, vit føroyingar eiga.

Kvøldskúlin hevur seinastu árini lagt stóran dent á at halda føroyskt bátasmíð í hevd. Hetta átak kann stimbra tilvitanina og kveikja áhugan fyri føroyska bátinum.

Kelda og myndir: Tórshavnar kommuna