Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fer framvegis at arbeiða fyri frítíðarkorti til børn og ung í Sunda kommunu

Hóast uppskotið hjá formanninum í trivnaðarnevndini í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariasen, at fáa frítíðarkort á fíggjarlógina fyri komandi ár, varð felt av meirilutanum í trivnaðarnevndini, so verður arbeitt víðari við ætlanini

Skipanin við frítíðarkorti er at finna í fleiri kommunum kring landið.

Í Sunda kommunu hava røddir verið frammi um, at tíðin er búgvin til, at frítíðarkortið í Sunda Kommunu verður sett á komandi fíggjarætlan.

Varaborgarstjórin í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariasen, heldur, at ein skipan við frítíðarkorti er neyðug, um Sunda kommuna framhaldandi skal bjóða seg fram til barnafamiljur at seta búgv.

– Frítíðarkortið lættur væl um hjá barnafamiljum, men ikki minst tryggjar tað javnbjóðis tilboð til øll børn í økinum, uttan mun til fíggjarligu raðfestingarnar og umstøðurnar hjá familjunum, heldur varaborgarstjórin.

Minnilutin í trivnaðarnevndini í Sunda kommunu, sum er Eyðstein Zachariasen, hevur tí mælt til at raðfesta frítíðarkortið á fíggjarætlanini fyri 2024. Men meirilutin í trivnaðarnevndini, sum er Trygvi Kallsoy, Rúni Kruse, Vinjard Dam og Haraldur Símunarson Hammer meta ikki, at tað er ráð til at raðfesta frítíðarkortið á fíggjarætlanini 2024, nú ætlanin er at hækka skattaprosentið og barnafrádrátturin í kommununi.

Í uppskotinum frá Eyðsteini Zachariasen verður skotið upp, at børn í kommununi millum 5 og 18 ár skulu fáa ágóðan av einum tílíkum frítíðarkortið, har upphæddin kundi verið umleið 2.000 krónur fyri hvørt barnið. Í kommununi búgva umleið 360 børn, so tað hevði kostað umleið 720.000 krónur um árið, bleiv uppskotið samtykt.

Fíggjarnevndin í kommununi samtykti einmælt tann 23. oktober at mæla býráðnum til at fylgja tilmælinum frá meirilutanum í trivnaðarnevndini – tað vil siga, at ikki raðfesta frítíðarkortið á fíggjarætlanini fyri komandi ár.

Eyðstein Zachariasen virðir avgerðina hjá meirilutanum hjá trivnaðarnevndini, men sigur, at hann fer at arbeiða víðari við ætlanini, so hon vónandi kemur á fíggjarlógina fyri 2025.

Les eisini...  Bátahugni í Hvalvík (7) - Samrøður við Finnboga Midjord, Leif Niclasen og Eyðstein Zachariassen

Hoyr samrøðu við formannin í trivnaðarnevndini í Sunda kommu, Eyðstein Zachariasen, her:

Hvat er Frítíðarkort?

Frítíðarkortið er ein frítíðarskipan, og sum ánari av kortinum, soleiðis sum uppskotið frá formanninum í trivnaðarnevndini var, fært tú ein ágóða upp til kr. 2.000 fyri hvørt barnið, ið kann nýtast til at rinda fyri lima- og luttøkugjøld í samband við ítróttar- og frítíðarvirksemi.