Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bygma Balslev-Smyril Line Cargo og Hotel Brandan-KBI kappast í Firmakappingini hósdagin

Klokkan 14.10 kappast Bygma Balslev og Smyril Line Cargo í Firmakappingini, og klokkan 14.30 kappast Hotel Brandan og KBI. Liðini fáa fimm spurningar í part. Møguligt er at vinna tilsamans 15 stig í teimum fimm spurningunum. Talan verður um tríggjar aktuellar spurningar í part frá heimasíðuni hjá FM1, fm1.fo. Og so verður talan um tveir ljóðspurningar í part. Ljóðspurningarnir vera úr savninum hjá FM1. Verður svarað rætt áðrenn 15 sekund eru farin fær liðið TRÝ stig, verður svarað rætt tá millum 16 og 30 sekund eru farin fær liðið TVEY STIG. Svarar liðið rætt tá millum 30 og 45 sekund eru farin fær liðið EITT STIG. Fara 45 sekund fæst sjálvandi einki stig. LIÐSKIPARIN svarar altíð við at siga: “SVARIÐ ER”, og so kemur svarið”. Vit steðga “klokkuni” tá liðskiparin sigur: ”Svarið er”. Stendur á jøvnum millum liðini aftaná fimm spurningar spæla vit eitt stutt lag, og so skulu liðskipararnir hvør sær svara uppá ein tal-spurning. Tann sum kemur nærmast rætta talinum vinnur kappingina.