Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Petur Knudsen givin í El Paso

Fyri ikki so langari tíð síðani fór Petur Knudsen yvir til USA at royna eydnuna. Nú er tað ævintýrið komið at enda. Vit hava sett Peturi Knudsen stevnu

Liðið hjá Peturi, El Paso Locomotive FC, boðar frá, at partarnir eru samdir um at enda samstarvið. Tveir aðrir leikarir gevast hjá El Paso. Hinir báðir eru miðvallarin Joel Maldonado og verjuleikarin Jose Carrillo. Millum liðfelagarnar í El Paso, var millum annað Petar Pedrovic, ið áður hevur leikt við svenska stórliðnum Malmö FF.

Petur kom til El Paso í summar og náddi at spæla átta dystir fyri liðið. Dystarfrásagnirnar vísa at Petur hevur klárað seg væl, í teimum aktiónunum hann var við í.

Millum annað spælistílurin, var avgerandi
Tá vit spyrja Petur, hví hann gavst í USA, er hann greiður og sannførandi.
– Eg boðaði El Paso frá at eg gavst yviri í USA. Ætlanin var tó allatíð at fara yvir restina av árinum, so eg kundi royna okkurt heilt øðrvísi og koma upp á toppin aftur, eftir langa skaðafráveru. Tað stutta av tí langa er, at eg valdi ikki at taka av møguleikanum at halda fram, tí teirra spælistílur passar ikki til mín egna spælistíl, sigur Petur í samrøðu við okkum.

Framtíðin
Í farnu viku gjørdist greitt, at Klæmint Andrasson Olsen gevst í Íslandi og vendur nøsina heim til vøllin við Løkin. Vit hava spurt Petur, hvussu framtíðin sær út, um hann vendur heim til Føroya.
– Eg veit ikki enn, hvar eg spæli komandi kappingarár, men eg havi longu fingið fleiri fyrispurningar. Um eg ikki finni tað rætta fyri meg, so skal eg ikki avskriva at venda nøsina heim í eitt tíðarskeið, sigur Petur Knudsen við FM1.

Hjartað er gult, men runavíkingar mugu halda ondini
– Hjartað er sjálvandi gult, men hvar eg spæli, um eg vendi heim, havi eg ikki tikið støðu til enn, leggur Petur afturat.

Les eisini...  Petur til Texas