Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tóku ikki av møguleikunum

Aftur hesaferð endaði tað við einum teprum tapi hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum í gjárkvøldið hevði vitjan av Kýpros á Tórsvølli, men føroyska liðið megnaði ikki at gagnnýta teir mongu málmøguleikarnar, ið liðið fekk spælt seg til

Undan dystinum í gjár hevði føroyski landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Signe Pries Andersen, boðað frá, at nú skuldu stig koma á føroysku kontoina.

Tað sást eisini frá dystarbyrjan, at føroysku kvinnurnar ætlaðu at fáa stig – øll stigini – burturúr hesum dystinum.

Føroyska liðið var omaná størsta partin av dystinum. Høga trýstið riggaði væl til, og føroysku kvinnurnar tóktust at hava tamarhald á dystinum.

Men so hendir tað, ið ikki skal henda.

Aftaná ein góðan hálvan tíma, burturúr púra ongum, legði útiliðið seg á odda. Ein langur bóltur varð skotin fram á føroysku hálvuna, verjan fekk ikki rudda ordiligt burtur, og so var lætt hjá áleyparanum hjá Kýpros at skjóta bóltin afturum Óluvu A. Joensen í føroyska málinum.

Í seinna hálvleiki kundu føroyingarnir avgjørt alt sjálvar. Tað skolaði við stórum møguleikum móti málinum hjá útiliðnum, har føroysku kvinnurnar kundu havt skorað trý mál upp á onkran av teimum heilt stóru málmøguleikunum, sum føroyska liðið spældi seg til, men inn vildi bólturin ikki í gjárkvøldið. Sigast skal eisini, at málverjin hjá Kýpros stóð ein branddyst, og gjørdist eisini woman of the match.

Tí endaði dysturin millum Føroyar og Kýpros 1-0 til gestirnar.

Føroyar hava tveir dystir eftir í Nations League á hesum sinni. Báðir á útivølli. Fyrst ímóti Montenegro 1. desember, og síðani ímóti Aserbadjan 5. desember.