Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Boða frá arbeiðsstegði

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðar frá arbeiðssteðgi fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar og allar sjúkrarøktarfrøðiligar leiðslur, ið starvast eftir sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar gjørdi skjótt av, tá landsstýrið legði fram uppskot um at leggja upp í verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Allir sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru fevndir av sáttmálanum millum felagið og Fíggjarmálaráðið, fara nú í verkfall alt fyri eitt, stendur at lesa í skrivi frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarafrøðingar.

Skrivið er soljóðandi:

“Nú Løgtingið leggur upp í ósemjuna millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið og harvið brýtur avtaluna frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boðað frá arbeiðssteðgi fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar og allar sjúkrarøktarfrøðiligar leiðslur, ið starvast eftir sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið á hesum støðum:

Sjúkrahúsverk Føroya

Heilsutrygd

Gigni

Almannaverkið,

Hvíldarheimið Naina

Blákross

Heilbrigdið

Herbergið

Fróðskaparsetur Føroya

Heilsuskúli Føroya

Sjúkrarøktarfrøðingar, ið arbeiða eftir sáttamála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og KAF eru ikki umfataðir av hesari fráboðan.

Arbeiðssteðgurin er galdandi frá tí løtu, uppskotið verður borið niðan í Løgtingið.

Allir limir felagsins verða biðnir at gera seg liðnan við uppgávuna, tær standa við og fara síðani heim at bíða eftir nærri boðum.

Vegna

Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar

Óluva í Gong, forkvinna