Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hví Robert? Hví?

Robert Card er ákærdur fyri at hava skotið 18 fólk, les...

Maðurin, ið er ákærdur fyri at hava dripið 18 fólk, í einari hópskjóting í Maine í farnu viku, heldur at lokalar fyritøkur – bovling høllin og barrin roknað uppí, vóru fløktar uppí einari konspiratión og varpaðu boð út á online miðlum, har tey ákærdu Robert Card at vera pedofil, siga skriftfesti.

Eini handtakingar boð rættarbókini viðvíkjandi Robert, ið vórðu frígivin týsdagin í farnu viku, hava avdúkað møguligar grundgevingar, fyri hví, Robert Card framdi mest drepandi hópskjóting í Maine áður. Rættarbókin vísir eisini til nágreiniligar forkláringar hjá familjuni av tí ákærda, ið staðfesta, at Robert er illa fyri sálarliga og endaða forholdinum hjá Robert við einari konu, ið hann møtti í somu bar, ið hann leyp á.

Ein famljulimur, ið framvegis er dulnevndur segði hesa frágreiðing: “Robert fór gjøgnum eina keðiliga upploysing við táverandi damu sínari í februar, ið hann møtti á Schemengees Bar & Grille. Hann hevur verið ranghugsandi líka síðan”. – Eftir upploysingina, misti Robert nógva vekt og varð innlagdur á einum psykiatriskum depili og fekk heilivág, ið hann seinni steðgaði við at taka.

Um kvøldi tann 25. oktobur skeyt Robert Card eftir vælmildar- og arbeiðsfólki í Just-In-Time bovling høllini og Schemengees Bar & Grille í Lewinston, Maine, sigur løgreglan. Hann drap 18 fólk og gjørdi skaða á einar tólv onnur. Ein øðisligari mannajagstran gjørdi, at afturlatnir skúlar, fyritøkur og túsinda vís av fólki stongdu og fjaldu seg innan um dyrnar.

Líkið hjá Robert Card varð funnið í einum endurnýtslu trailara, tvey dagar eftir at skjótingin varð framd. Løgreglan sigur, at Robert skeyt seg sjálvan.