Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup Dam er Føroya besti tippari

Jákup Dam gjørdist Føroya besti tippari við 99 stigum

Leygardagin 4. mars varð Betri Deildin við monnum sparkað í gongd, og tá byrjaði eisini kappingin hjá Sona at finna Føroya besta tippara.

Nú landskappingin er endað er greitt, at bleiv Jákup Dam úr Kollafirði gjørdist Føroya besti tippari við 99 stigum. Jákup var í tøttum dysti við fleiri onnur, men dró longsta stráðið, tá hann vann tippikappingina við einum stigi. 

Vinningurin á tippikappingini hjá Sona er eitt gávukort frá Føroya Tele, sum hevur eitt virði upp á 15.000 krónur.

– Sona ynskir Jákup hjartaliga til lukku við vinngininum og sera flotta úrslitinum, skrivar Sona á sínum Facebook-vanga.