Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

5G tendrar um ársskiftið

Arbeiðið at knýta Nema í farnetið hjá Føroya Tele er sett í gongd. Arbeiðið er mett at taka umleið 10 vikur, og sostatt tendrar 5G væntandi um ársskiftið

5G er seinkað, men um ársskiftið tendrar nýggja farnetið hja Føroya Tele, sum NEMA eisini fær atgongd til.

– Tað harmar okkum, at 5G er seinkað, og at kundar framvegis ikki hava fingið atgongd til 5G og hentleikarnar, sum nýggja farnetið fer at bjóða. Nú sær tó bjartari út, og vit eru fegin um, at 5G tendrar um ársskiftið, sigur Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti.

Fyri einum ári síðani var liðugt at skifta sendistøðir og seta nýggjar upp. Síðani hevur arbeiðið snúð seg um at neyvstillað og leggja um til Ericsson kjarnutøknina.

Verkætlanin hevur frá byrjan verið darvað av avbjóðingum uttaneftir, sum hava havt seinkingar við sær. Veitarar við stórum týdningi hava ikki megnað at veitt útgerð til tíðina, og tí hevur m.a. verið neyðugt at kanna nýggjar loysnir, sum hava ført til enn fleiri seinkingar.

Í flestum førum eru góðar tøkniligar loysnir funnar, men í einstøkum førum hava loysnirnar ikki lokið tøkniligar standardir og treytir, og tey krøv, sum eru sett – tað hevur eisini elvt til seinkingar.

Arbeiðið at knýta Nema í 5G-netið er byrjað, samstundis sum stórur dentur verður lagdur á at neyvstilla og gera rættingar fyri seinastu ferð, áðrenn 5G tendrar um ársskiftið.

– Vit hava frá byrjan lagt stóran dent á at órógva um minst. Tíverri hava kundar verið órógvaðir, men tá ið samanum kemur er endamálið at tryggja eitt inkluderandi, burðardygt og sterkt farnet, sum skal virka fyri ídnaðarmenning, eggja til nýhugsan og skapa trivnað, sigur stjórin í FT Samskifti.

Í fjør heyst skrivaðu Nema og FT Samskifti undir avtalu um, at Nema knýtir í 5G-netið, sum eru sendistøðirnar í nýggja Ericsson-farnetinum hjá Føroya Tele. Avtalan fevnir um javnsetta atgongd til sendistøðirnar, men ikki um kjarnutøknina á farnetinum.

Les eisini...  Pólskur tíðindamaður: Vit ána ikki hvat fyri leikskipan Pólland fer at spæla við

Sostatt fáa kundarnir sama dekning, somu ferð og sama kapasitet, meðan veitararnir framhaldandi tryggja kapping á marknaðinum við at hava hvør sína kjarnutøkni, har teir kunnu veita sínar serstøku tænastur.