Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fontainbleau hotel fyri næstan 25 milliardir krónur

Fontainbleau Las Vegas er systurhotel hjá Fontainbleau Miami Beach, sum lat upp í 1954 og verður sæð sum eitt tað fysta feriustaðið í USA.

Nýggja hotellið hevur 3644 kømur og hevur tað verið ein long ferð hjá Jeffrey Soffer, sum keypti stykkið, har hotellið er bygt í 2000.

Byggingin byrjaði í 2007, men steðgaði árið eftir tí niðurgongdstíðir vóru. 70% av bygninginum var liðugur og stóð tað soleiðis í 12 ár til avtala kom í lag í 2021 og byrjað var aftur at byggja.

Flestu hotellini í Las Vegas bjóða svitir á ovastu hæddunum til stórstu pengaspælararnar, men Fontainbleau Las Vegas lovar nakað heilt annað siga tey við CNN Travel.

Hesar 76 svitirnar verða á 5 teimum ovastu hæddunum. Hotellið hevur 67 hæddir.

Kelda: CNN

Meira kann lesast her:

https://edition.cnn.com/travel/fontainebleau-hotel-las-vegas/index.html