Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Saudi Arabia investerar stórt

Saudi Arabia hevur sett £38 milliónir av til...

Innan ítrótt, hevur Saudi Arabia veruliga markerað seg tey seinastu árini. Stór og hugtakandi tiltøk verða hildin og nógvir pengar verða settir í. Í 1976 stovnaðist tað, ið í dag eitur Saudi Pro League og er hetta besta deild teirra í fótbólti.

Seinastu árini, hava vit sæð stórar stjørnur, sum Cristiano Ronaldo og Neymar enda í Saudi Pro League, orsakað av tær ovurstóru lønarsáttmálirnir, ið eigaranir av deildini kunnu bjóða leikarum. Eisini leikarir, ið ongantíð hava verið umrøddir at vera millum teir bestu, kunnu nú í Saudi Pro League fáa betri lønarviðurskifti, enn bestu leikaranir í Evropeisku top-deildunum.

Saudi Arabia er fyri stuttum, farið at investerað stórt í E-sport. Team Falcons var upprunaliga ein fronsk E-sport fyritøka, ið seinni valdi at spjaða seg út í Evropa. Í dag, er Team Falcons ein saudi arabiskt E-sport fyritøka. Fyritøkan luttekur í Fortnite, Call of Duty, PUBG, Rocket League og CS2 kappingum. Seinast nevna E-sport greinin, er tann, ið Saudi Arabia hevur valt at satsa stórt uppá. Eigaranir eru nevnliga farnir í hált við at gera eitt super lið, við teimum bestu og mest vinnandi Counter-Strike spælarunum.

Tað varð fyri stuttum kunngjørt, at danin Danny “zonic” Sørensen, mest vinnandi venjarin í CS:GO, nú stendur á odda fyri Team Falcons og at hansara høgra hond, Lars Robl fylgir við. Stutt aftaná hesu tíðindu varð eisini kunngjørt, at ein annar dani í Emil “Magisk” Reif, ið hevur vunnið mest umrøddu CS:GO kappingina heili fýra ferð, eisini verður partur av Team Falcons. Í gjár varð eisini kunngjørt, at 26 ára gamli Nikola “NiKo” Kovač helst eisini endar hjá Team Falcons. NiKo, verður av mongum sæð, sum ein av evnaríkastu Counter-Strike spælarunum í heiminum.

Saudi Arabia flytir seg við rúkandi ferð, inn á tann vaksandi E-sport marknaðin og tað verður spennandi at síggja, hvat er næst í teirra røð. Eftir ætlan, skal Saudi Arabia í 2030 hava sett £38 milliónir inn í E-sport.