Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hótti starvsfólk hjá Taks

Eitt fólk er skuldsett fyri hóttan móti fólki í almennum starvi

Tíðliga seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt fólk hjá Taks hevði verið fyri einari hóttan, sum var borðin fram í telefonsamrøðu.

Eitt fólk var so mikið ónøgd yvir, at Taks hevði afturhildið pening, sum viðkomandi helt seg eiga til góðar.

Føroya Politi hevur nú skuldsett tann, sum hótti starvsfólkið hjá Taks.

Eitt ferðsluóhapp hendi í Klaksvík í gjár, tá ein bilførari koyrdi inn í rundkoyringina, men fór beint fram, heldur enn at koyra runt.

Tá løgreglan kom á staðið, fekk løgreglan sterkan illgruna til, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka. Tá alkometrið gav útslag, so varð blóðroynd tikin av bilføraranum, ið kann vænta sær at verða skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir eisini frá, at ein annar bilførari bleiv tikin fyri rúsdrekkakoyring í gjár, sum er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.