Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landsliðið spælir tveir venjingardystir í Reykjavík

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið eru í hásæti. Í hesum sambandi spælir manslandsliðið tveir fyrireikingardystir móti Íslandi í Reykjavík um vikuskiftið

Landsliðið hevur vant saman hesa vikuna og ferðast til Íslands í dag, fríggjadagin, har fyrri dysturin móti Íslandi verður í kvøld klokkan 19.30. Seinni dysturin verður leygardagin klokkan 17.30. Báðir dystirnir verða í Laugardalshøllini í Reykjavík.

Kringvarpið stroymir dystin fríggjdagin á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, meðan dysturin leygardagin verður vístur í sjónvarpinum.

– Talan verður um sera sterka mótstøðu. Ísland fyrireikar seg eisini til EM og møta teir við sterkastu manning, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðu sínari.

Fyrst í oktober tóku landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Julian Johansen, hesar 20 leikararnar út til venjingar í viku 44 og venjingardystir móti Íslandi 3. og 4. november.

Málverjar:
Nicholas Satchwell, TIF Viking Bergen (NOR)
Pauli Jacobsen, HØJ (DEN)

Útileikarar:
Ísak Vedelsbøl, H71
Teis Horn Rasmussen, Århus HC (DEN)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)
Pætur Mikkjalsson, Hallby (SWE)
Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)
Peter Krogh, Århus HC (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget (NOR)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn (DEN)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, Hallby (SWE)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Bjarni í Selvindi, Kristiansand (NOR)
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand (NOR)

Føroyska liðið fyrireikar seg til EM-endaspælið, sum verður í Týsklandi í døgunum 10. – 28. januar. Hetta er seinasta samlingin, áðrenn liðið samlast aftur í januar. Tá verða fyrst tveir fyrireikingardystir á skrá móti Belgia 5. og 6. januar. Dystirnir verða í Høllini á Hálsi. Føroyska liðið ferðast síðani til Berlin 9. januar, hareftir dystirnir liggja soleiðis:

Les eisini...  Sendifólkaskifti í Reykjavík

Hósdagin 11. januar kl. 17.00 Slovenia – Føroyar
Leygardagin 13. januar kl. 19.30 Føroyar – Noreg
Mánadagin 15. januar kl. 17.00 Pólland – Føroyar

Allar tíðirnar eru føroyskar.

Les meira um EM-endaspælið hjá monnum her:
Men’s EHF EURO 2024 – Latest News and Results | EHF (eurohandball.com)

Kelda: hsf.fo