Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Málið um samhugaverkfall lagt fyri Fasta Gerðarrætt

Starvsfelagið varð í morgun, saman við fýra øðrum fakfeløgum kallað til rættarfund í Fasta Gerðarrætti í dag klokkan 11.30

Tað er Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum, sum hevur lagt málið fyri Fasta Gerðarrættin sum skundmál, tí tey meta, at samhugaverkfallið er eitt óheimilað stríðsstig.

Starvsfelagið metir, at tá politiska skipanin brýtir avtalur við at lóggeva seg inn í verkføll, so er felagið ikki bundið av avtaluni um fráboðanarform og fráboðanarfreist.

– Limir verða kunnaðir um úrskurðin í málinum, tá hann fyriliggur, skrivar Starvsfelagið á sínum Facebook-vanga.

Tað var í gjárkvøldið, at fleiri fakfeløg boðaðu frá einum samhugaverkfalli í dag, uttan at halda avtaluna um fráboðanarfreist og fráboðanarform, sum feløgini hava við Fíggjarmálaráðið.

Sambært avtaluni, so skal arbeiðssteðgur, eisini eitt samhugaverkfall, lýsast við minst 48 tíma freist.

Fíggjarmálaráðið gjørdi feløgunum greitt beinanvegin, at fráboðanarfreistin var ov stutt, og tí er samhugaverkfallið eitt óheimilað stríðsstig.

Fíggjarmálaráðið hevur tí í dag lagt málið fyri Fasta Gerðarrætt við málskravi um, at feløgini skulu viðurkenna, at tað fráboðaða samhugaverkfallið er óheimilað, og tí vórðu Starvsfelagið og fýra onnur fakfeløg kallað inn til rættarfund í Fasta Gerðarrætti í dag, og tann fundurin byrjaði klokkan 11.30.