Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stórur fótbóltsdagur á FM1 leygardagin

Tað verður talan um ein stóran fótbóltsdag á FM1 í morgin, leygardagin. Millum klokkan 13 og 15 verður sendingin GULLRADIO fyri FM-vinnarunum, KÍ endursend. Millum klokkan 15 og 16 verður Fótbóltsskýlið endursend. Sent verður beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 16. Trygvi Absalonsen sigur beinleiðis frá finaluni í kappingini um løgmanssteypið millum B68 og HB, ið byrjar klokkan 17. Viðmerkjari verður Jóhan á Mýruni.