Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Forskúlin á Argjahamri fekk trivnaðarkakuna hjá starvsfólkunum

Skúlin á Argjahamri skuldi hava ein trivnaðardag fríggjadagin, har millum annað ein lagkøka varð keypt til starvsfólkini til endamálið, men so lýsti Føroya Lærarafelag fyri samhugaverkfalli, og tí møttu lærararnir ikki til arbeiðis. Lagkøkan fór tó ikki til spillis

Eingin skúlagongd var fyri næmingar í 1.-9. flokki fríggjadagin 3. november í Skúlanum á Argjahamri, tí Føroya Lærarafelag hevði lýst samhugaverkfall frá klokkan 07-17 í gjár.

Tó vóru næmingar í forskúlanum í skúla sum vanligt í gjár.

Skúlin skuldi annars hava sín árliga trivnaðardag í gjár, har trivnaður verður settur í hásæti í øllum flokkum og eisini millum starvsfólkini.

Til trivnaðardagin varð ein flott kaka bíløgd til starvsfólkini, sum skuldi njótast til ein góðan trivnaðarkaffimunn, men nú eingin starvsfólk vóru til arbeiðis, hvat ger man so?

– Jú, so bjóðar leiðslan øllum næmingunum í forskúlanum oman í Stórustovu (Lærarastovuna) at fáa sær kaku. Tað var jú fríggjadagur og kakan kundi ikki fara til spillis. Næmingunum dámdu sera væl at sita til háborðs í Stórustovu, har annars bara “tey vaksnu” sleppa inn. Tey lótu væl at kakuni, skrivar Skúlin á Argjahamri á sínari heimasíðu.

Nøgdir næmingar í forskúlanum á Argjahamri í gjár, nú næmingarnir fingu lagkøkuna, sum lærararnir annars skuldu hava í samband við árliga trivnaðardagin í skúlanum (Mynd: Skúlin á Argjahamri)

Tá trivnaðardagur er á skránni í Skúlanum á Argjahamri, er altíð fokus á eitt evni, sum verður viðgjørt. Hesa ferð var evnið at “hugsa teg um, áðrenn tú gert, sigur ella deilir nakað”.

– Hetta er eitt viðkomandi evnið, sum vit óivað fara at tríva í seinni í ár. Vit onnur (lærarar, jour.) vóna, at nýggj kaka verður bíløgd, tá útsetti trivnaðardagurin einaferð verður, skrivar skúlin.