Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dagføring: faðirin verður nú leyslatin

Ein uppreistrarbólkur hevur tikið ábyrgd av burturræningini og kolumbiska stjórin er inni í málinum.

Fyri júst einari viku síðani vórðu foreldrini hjá Liverpool-leikaranum Luis Díaz, Cilenis Marulanda og Luis Manuel Diaz, burturrænd av fýra ránsmonnum nærindis heimbýnum Barrancas í Kolumbia. Kl. 17.30 høvdu foreldrini fylt brennievni á í einari bensinstøð og skuldu eitt ørindi hjá einum skyldfólki í grannalagnum, tá teir fýra ránsmenninir komu undan kavi á motorsúkklum.

Mamman varð skjótt loyst úr hafti ránsmanna, men pápin er framvegis fangaður, hóast onkrar tíðindastovur vildu vera við, at pápin eisini var leysfingin. Tað løgnasta var tó, at hóast burturræningar henda javnt og samt, so vildi ongin taka ábyrgd av júst hesari burturræningini.

Ein stór peningaupphædd áljóðandi 344.000 krónur varð sett sum trygd fyri, um løgreglan fekk upplýsingar, sum kundu føra til, at pápin varð funnin og leysgivin.

Leingi varð leitað í einari fjallarøð og einum tøttum skógarøki tætt við markið til Venezuela. Leitað varð bæði loftvegis og á landi umframt, at servandar herdeildir komu upp í leikin. Teir vóru eisini bangnir fyri, at burturrænararnir fóru um markið, so høvdu kolumbisku myndugleikarnir ikki gjørt so nógv.

Síðani er komið fram, at tað er kolumbiski uppreistrarbólkurin ELN, sum hevur staðið fyri ráninum og nú hevur innanríkisráðharrin, Luis Fernando Valasco, at stjórnin hevur samrátt seg til, at pápi Luis Díaz verður latin leysur. Tað er kortini framvegis ógreitt, nær leyslatingin fer at henda.

26 ára gamli Luis Díaz skifti til Liverpool frá Porto í januar 2022. Hann hevur spælt 58 dystir fyri Liverpool og skorað 14 mál umframt níggju upplegg. Harumframt hevur hann spælt 43 ferðir fyri kolumbiska landsliðið og skotið níggju mál.