Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Anna Falkenberg spyr forsætisráðfrúuna um nýggja ríkisfelagsskapin

Í svari til Annu Falkenberg, fólkatingslim, um ein nýggjan, tíðarhóskandi ríkisfelagsskap, segði forsætisráðfrúan, at meðan londini í ríkisfelagsskapinum mennast og heimurin broytist, er naivt at halda, at man kann halda fram sum áður

Forsætisráðfrúan legði dent á, at avgerðin um framtíðina hjá Føroyum og Grønlandi liggur í londunum báðum.

Sjálv vildi forsætisráðfrúan ikki seta orð á, hvørjar broytingar hon sá fyri sær, og vísti á grundlógina sum ein karm at virka innanfyri.

Hóast forsætisráðfrúan ikki vildi ítøkiliga siga, hvørjar broytingar hon sær fyri sær, so ber tað til at gera víðgongdar broytingar innanfyri grundlógina, eins og vit hava sæð fyrr.

Anna Falkenberg vísti á, at tørvur er á eini nýhugsan av ríkisfelagsskapinum, skal felagsskapurin varðveitast.

Sí svarið niðanfyri: